Vit skjóta gongd í myndakappingina við Eyðbjørn Jacobsen

2. september skjóta vit gongd í eina myndakapping fyri ung. Myndakappingin koyrir fram til 1. oktober, tá allar myndir skulu vera okkum í hendi fyri at vera við í kappingini.

Evnið er ungdómsmentan - við undirheitinum, hvat gert tú, tá mamma tín ikki sær. Tað merkir, at tit, í myndum, skulu lýsa ungdómsmentanina. Tað kann vera myndir av øllum tí, sum tað at vera ungur, er fyri tykkum - minnist til, at myndirnar skulu tola at verða vístar alment

Til at fáa gongd á, hava vit fingið Eyðbjørn Jacobsen at koma framvið at siga okkum eitt sindur um, hvussu vit fáa eina góða mynd.

Meir. verður at frætta um treytirnar fyri at vera við í kappingini eitt sindur seinni, men ein vinningur verður til bestu mynd, og ætlanin er eisini at hava eina myndaframsýning við innkomnum myndum

Byrjar:
02.09.2019 - KL. 21:00

Komandi tiltøk

03 mai
2024
Slappa av við Signu
Vit fara at slappa eitt sindur av við onkrum fittligum venjingum, so vit eru klár til vikuskiftið Kom ein túr framvið og chilla við Signu eina løtu
03 mai
2024
VER SAMAN - Kafe
Í dag skipa børnini fyri kafe fyri foreldrum, systkjum, ommum, abbum, gummum, gubbum og øllum øðrum, sum hava hug til okkurt lekkurt úr kafeini. Kafein verður opin fríggjadagin frá kl. 17.00 til 19.00, og hóast matskráin og príslistin ikki er orduliga klárur enn, so kunnu vit avdúka, at her heilt s…
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt